Annað beinið í fiskivinnu - hitt í oljuvinnu

Brøðurnir Hans Andreas og Gunnbjørn eru undangongumenn í føroyskari vinnu, nú vit hava lagt eina øld aftan fyri okkum og hava sett á 2000. Teir hava mett tað vera rætt at virka bæði í fiskivinnuni og í frálandavinnuni, og í vikuni gjørdist tað sjón fyri søgn, tá Túgvusteinur kom av laksaveiðu og Thor Chaser kom til Føroya av ?oljumiðjunum? í Norðsjónum

Jan Müller


Týsdagin kom av skipunum í vaksandi flotanum hjá reiðarínum Thor í Hósvík fyri fyrstu ferð til Føroya.

Thor Chaser er gamal norskur rækjubátur, sum Thor keypti í 98. Tá høvdu norðmenn brúkt hann sum chasebát í tvey ár. Thor hevur síðani hildið fram í somu vinnu við útlendskari manning men við føroyskum skipara. Báturin er í drift í Norðsjónum, har hann er chase- og supportskip hjá seismikkskipum. Uppgávan er at sigla framman fyri seismikkskip fyri tað mesta og halda øðrum skipum burtur umframt at fara eftir vørum og útgerð, sum seismikkskipunum tørvar.

Gunnbjørn Joensen, annar av reiðarunum sigur við Sosialin, at skipið skal á beding í Føroyum. M.a. skal ymiskt gerast við botnin. Teir bóðu um tilboð her, og Vágs Skipasmiðja var bíligast og fekk tilboðið. Nú so nógv hevur verið tosað um at fáa oljuvirksemi til Suðuroynna man hetta helst verða eitt tekin um, at suðuroyingar eru kappingarførir og kunnu bjóða seg fram sum veitarar til eina komandi oljuvinnu. Helst man tað eisini vera fyrstu ferð, at eitt frálandaskip verður umvælt í Vági.


Gott boð uppá komandi avbjóðingar

Reiðaríið Thor í Hósvík er helst eitt av okkara bestu boðum í dag uppá føroyskt virksemi í frálandavinnuni. Felagið, sum eigur fimm skip og leigar eitt hevur í eina tíð leigað skipini út til frálandavinnuna í Norðsjónum og við Vesturafrika. Eisini hava teir havt uppgávur á føroyskum øki og vestan fyri Hetland.

Umframt at taka sær av uppgávum í frálandavinnuni eru eisini onkur av skipunum hjá Thor til fiskiskap. Í blaðnum í gjár frættu vit um Túgvustein, sum var farin á laksaveiðu eftir 9 ára steðg.


Bróta upp úr nýggjum

Tað eru brøðurnir Hans Andreas og Gunnbjørn Joensen, sum standa aftan fyri Thor, ið hevur heimstað í Hósvík. Báðir eru teir sjómenn, ið royna at fylgja rákinum í vinnuni nú vit eru farin inn í eina nýggja øld. Teir hava lagt seg eftir at fjøltátta virksemið fyri harvið at fáa mest burtur og fyri at hava nakað at standa ímóti við, og tí hava teir valt at tvs. at hava annað bein í fiskivinnuni og hitt í nýggju frálandavinnuni.

Í dag hevur fyritøkan millum 50 og 60 mans í arbeiði. Meðan Hans Andreas stendur á brúnni á Túgvusteini og roynir at seta skjøtil á aftur føroysku laksaveiðuna, stendur bróðurin Gunnbjørn við róðrið á skrivstovuni í Hósvík, har boð eru eftir skipunum hjá reiðaríinum. Tað er m.a. komandi oljuleitingin við Føroyar, sum bankar á dyrnar. Gunnbjørn, sum roynir at fylgja við gongdini á hesum øki og sum sjálvur hevur verið við á oljumessum, hevur stórar vónir til komandi virksemið á føroyska landgrunninum. Hóast teir ikki bara leggja seg eftir at gerast veitarar til eina frálandavinnu við Føroyar - teir hava longu drúgvar royndir aðrastaðni - so er greitt, at teir síggja Føroyaøkið sum komandi stóru avbjóðingina hjá reiðaríinum. Og tað er heldur einki dulsmál, at bæði Gunnbjørn og Hans Andreas síggja stórar møguleikar í komandi føroysku frálandavinnuni hjá einum reiðaríi sum Thor. Gunnbjørn heldur tað vera heilt náttúrligt, at føroyingar sjálvir eru við til at átaka sær slíkar uppgávur í eini komandi frálandavinnu. Hann metir sjálvur, at 2001 verður árið, tá rættilig gongd kemur á, og tá ætla teir sær at vera til reiðar við skipum sínum.