Ann vann fyri bestu lýsing

Fyrsti vinnarin í kappingini hjá G! og eg.fo er funnin. Ann Reynstind Jøkladal vann fyrsta umfar við tekstinum ?Og so segði man?, har hon fortelur um sína uppliving av G! Eg.fo skipar í samstarvi við G!Festival fyri at kapping við evninum: Lýs G!, tú skal lýsa hvussu tú upplivur at vera á G!?

Ongi mørk eru fyri, hvussu tú sigur frá. Um tað er við mynd, grafikki, teksti, ljóði. Tey, ið duga at lýsa sínar G!-upplivingar upp á besta mátan, vinna eitt festival pláss. Originalitetur og stuttligur hugsunarháttur eru leiðbeiningarnar frá eg.fo og G!, restin er upp til tey luttakandi sjálvi.

Ann Reynstind Jøkladal vann fyrsta umfar av kappingini fyri at skriva stuttligt og erligt um sínar G!-upplivingar, við orðingum, sum nú verða brúktar til íblástur í marknaðarføringini hjá G!

Øll innkomin uppskot verða mett, og tað allarbesta kann enda í lýsingum og kunning hjá G!, umframt at vinna merchandise og tjaldingarpass.

Tað eru fýra undanumfør yvir tveir mánaðar, og tann besta, flottasta, stuttligasta og/ella mest kreativa lýsingin verður kunngjørd aðru hvørja viku. Vinningur er eitt vikuskiftispass til G! Festival, ið er galdandi fyri allar festivaldagarnar. Um tað er hóskandi, verður lýsingin løgd út á G! heimasíðun.a

2. kappingarumfar er nú byrjað, og vilt tú vera við í tí, skal lýsingin sendast inn á eg@gfestival.fo í seinasta lagi fríggjadag 6. apríl.

 

Tað ber eisini til at senda lýsingina við postinum á:

G! Festival

Att: Kapping á eg.fo

Við Ánna 72

FO-512 Norðragøta

 

Annika skal seinni í finaluni kappast við hinar tríggjar finalistarnar um tjaldingarpláss, merchandise og eina fløgu við G! bólki.