Hesaferð varð tað Ann Mari Sivertsen í Havn, sum vann bátin. Hon keypti bátin á ólavsøku frá Henry Jarnskor, sum seldi lutaseðlar fyri Kiwanis. Talan er um ein bát, sum bátabyggjarin Andrass Joensen hevur bygt.
Kiwanis er ein altjóða felagsskapur av sjálvbodnum, ið stuðlar teimum sum tørva hjálp - serliga børnum. Her hjá okkum hjálpir felagsskapurin børnum í føroyska samfelagnum. Kiwanis ynskir Ann Mari til lukku við bátinum.