Ann kann vinna ársins eldsál hjá P2

Er ein av trimum tilnevndum til heiðurin

Føroyska Ann Andreasen, sum er leiðari á barnaheiminum í Uummannaq í Grønlandi, er tilnevnd heiðurin sum ársins eldsál hjá donsku útvarpsstøðini P2 hjá DR. Tað skrivar dr.dk.


Árligi heiðurin verður latin persónum, ið á ein hvønn hátt hava givið eitt íkast til at endurnýggja klassiska tónleikalívið í Danmark, og er Ann Andreasen tilnevnd av lurtarunum hjá P2 fyri at brúka klassiskan tónleik í sínum arbeiði í barnaheiminum.


- Sosialu førleikarnir hjá børnunum betrast gjøgnum samspæl við onnur, og harvið læra tey eisini seg sjálvi betri at kenna, skriva Jonna Færø, musikkpedagogur, og Conni Gregersen, sálarfrøðingur, í grundgevingini til tilnevningina.


Umframt Ann Andreasen eru Janne Thomsen, orkesturleiðari, og Anne-Kari Ferenci, kórleiðari, tilnevnd heiðurin. 


Vinnarin verður kunngjørdur 14. februar, tá P2 heiðurskonsertin verður hildin í Musikkens Hus í Aalborg.


Tað eru lurtararnir hjá P2, ið eru komin við uppskotum. Síðan hevur ein nevnd við trimum fakfólkum valt tey trý burturúr rúgvuni av tilnevningum og velur sama nevnd vinnaran.