Í dag eru 40 ár, síäni Ann Hjaltalin byrjaðï at arbeiða á landsskrivstovuni Í dag hevur Ann Hjaltalin, skrivari hjá løgmanni, 40 ára starvsdag. Dagurin varð hátíðarhildin við morgunmati á Løgmansskrivstovu fyrrapartin, har løgmaður handaði Ann heiðursmerki frá drotningini.
Ann byrjaði í skrivstovulæru á Landsskrivstovuni í 1968, sum tá var fyrisiting fyri alt landsstýrið, stóran part av almennu fyrisitingini og partvís eisini skrivstova fyri løgtingið. Eftir lokið læruprógv í 1971 var hon sett í starv sum skrivstovukvinna.
Síðan desember 1997 hevur Ann verið skrivari hjá løgmanni. Hon hevur starvast saman við 9 av teimum 11 løgmonnunum síðan heimastýrislógina.