Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara.
Ann Ellingsgaard er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn, sum ganga til svimjing og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.
Ann Ellingsgaard hevur drúgvar royndir sum samskipari, skrivari og verkætlanarleiðari frá størvum sum millum annað verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsum, Event Manager hjá Hotel Hafnia, og nú síðani 2018 sum samskipari og skrivari hjá Fakfelagssamtarvinum, har hon framvegis er í hálvtíðarstarvi.
Fimm umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya. Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini hjá Svimjisambandi Føroya at seta Ann í starv. Starvið sum aðalskrivari er skipað sum hálvtíðarstarv.
Ann Ellingsgaard tók við starvinum hin 1. mars 2022, og er farin beint í gongd, millum annað við at vera skrivari á kalendarafundinum, sum var hin 2. mars.