Anker Eli og Helgi í Smiðjuni

Anker Eli Petersen og Helgi Joensen fara komandi vikuna at sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík í Havn

Listamenninir Anker Eli Petersen og Helgi Joensen hava framsýning í Smiðjuni í Lítluvík komandi vikuna.

Anker Eli Petersen sýnir fram tekningar og prýðislutir, meðan Helgi Joensen sýnir standmyndir og vasar.

Myndirnar hjá Ankeri Eli Petersen eru slíkar, hann millum annað hevur gjørt til frímerki hjá Postverkinum.

Umframt verða vístir prýðislutir, hann hevur teknað, og sum 3´arin í SMS hevur evnað til úr silvuri.

Anker Eli hevur fyrr verið á fleiri framsýningum, umframt at hann er kendur úr tónleikaheiminum.

Helgi Joensen, sum býr í Noreg, fer at vísa lutir úr tini. Talan er um standmyndir og vasar, umframt at eitt relief eisini verður við.

Helgi Joensen hevur eisini fleiri ferðir verið á framsýningum í Føroyum. Og hann hevur eisini ferðast víða til framsýningar. Hann hevur verið í nógvum europeiskum stórbýum, umframt eisini á fleiri framsýningum í Amerika.

Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp í morgin, sunnudagin, klokkan 14 og verður opin til klokkan 20.

Alla komandi viku verður opið frá klokkan 11 fyrrapart til klokkan 20 á kvøldi.

Framsýningin endar hvítusunnudag, tann 11. juni, tá opið verður frá klokkan 14 til klokkan 20.


ejgrundað á væl kendu sponsorskipanina. Fólk kunnu »ættleiða« filipinsk børn við at gjalda eitt fast gjald um mánaðin til barnið. Fyri peningin verða matur, klæði, skógvar skúlagongd og sjúkratrygging goldin.

Føroyingar stuðla umleið 220 filipinskum børnum. Mánaðargjaldið fyri hvørt barnið er 120 krónur. Hetta svarar á leið til eina vikuløn hjá einum filipinskum arbeiðsmanni og tvær tímalønir hjá einum føroyingi.


Tíðindablað og heimasíðu

Føroyski stuðulsveitarin fær bústað og mynd av barninum, hann velur at stuðla. Síðani ber til at hava brævasamband við barnið. Umframt pening ber eisini til at senda børnunum føðingardagsgávur, klæði og leikur.

Við millumbilum sendir felagsskapurin stuðlum sínum tíðindablaðið, FFT-tíðindi. Eisini ber til at vitja heimasíðuna, www.philippine.org/fft.html, har greitt verður frá um hjálpartænastuna.

Tey, ið eru áhugað í at stuðla fátøkum filipinskum børnum, kunnu venda sær til Petur Oluf Skorá í Kaldbak á telefon 31 29 78.



Filipinskt fátækradømi og føroysk yvirflóð


Høgni Mohr


Veronica Pascual, 7 ár,

Bambang.


Filipinska gentan, sum Petur Oluf Skorá í Kaldbak stuðlar, er 7 ára gomul. Hon eitur Veronica Pascual og býr saman við trimum systkjum og foreldrum sínum í 12 (tólv) fermetra stórum húsum. Tey hava sostatt tveir fermetrar í part í húsunum, sum eru virðismett til 680 krónur.

Pápi Veronicu er fyrrverandi hermaður úr Manila, men arbeiðir nú á rísmørkunum norðuri í Bambang. Lønin er 181 krónur um mánaðin.

Fyristøðukonan á skúlanum, sum Veronica nú gongur á, sigur um tilverugrundarlagið hjá katólsku Pascual-familjuni:

? Tað er bert við Guðs náði, at ein slík familja yvirlivir við slíkum arbeiði.



»Búgvi Jónsson«, 7 ár, Tórshavn.


Ein vanligur føroyskur drongur. Hann gongur í fyrsta flokki í Eysturskúlanum í Havn. Í Føroyum er tað ein mannarættur at sleppa í skúla, og tey eru fá, ið halda tað vera nakað serstakt at »sleppa« í skúla.

Drongurin, ið vit nevna Búgva, býr skamt frá skúlanum saman við foreldrum og einari yngri systir. Húsini eru 120 fermetrar til støddar (30 fermetrar í part + kjallara). Foreldur og systkini bæði hava hvør sítt stóra kamar í snøggu húsunum, sum eru virðismett til eina góða millión krónur.

Momman er skrivstovukona og pápin er lærari. Inntøkurnar um mánaðin eru umleið 35.000. Tey hava góðan bil, tvey sjónvørp, nøkur klædnaskáp á tremur við nýmótans klæðum og full frysti- og køliskáp.