Anker 80 ár

Í dag fyllur Anker Jørgensen, fyrrv. forsætismálaráðharri 80 ár. Øll árini hevur Anker Jørgensen verið sera virkin, tey mongu árini sum fakfelagsmaður og formaður í størsta fakfelagnum í Danmark, SID, til hann í 1972 fyrstu ferð var kosin forsætismálaráðharri. Hann var tilsamans í hesum sessi í 9 ár og var somuleiðis fólkatingsmaður tey mongu árini, til hann gavst fyri aldur.

Fáur man hava verið ídnari eisini sum rithøvundi sum hann. Ikki er heldur at gloyma hansara sera væl umtókta virksemi sum fyrilestrarhaldari og tað er á mongum økjum hann fevnir. Enn er hann virkin og hevur fleiri fyrilestrar hvørja viku um alt landið.

Anker Jørgensen vitjaði í Føroyum í mai í ár og var m.a. til 75 ára haldið hjá Sosialinum. Hann var á almennum fundum í Norðurlandahúsinum og aðrstaðni við. Í gjár var stór móttøka í Rømersgade í Keypmannahavn fyri honum í Arbejdermuseet.