Tað vóru oddaliðini í donsku landskappingini, sum brustu saman í Odense Idrætshal í gjár, í donsku steypafinaluni. Holte, sum hevur Anju Sonnadóttir Danielsen í hópinum, er fremst har, bara eitt stig meira enn Brøndby. Holte tapti steypafinaluna í fjør fyri júst Brøndby, úrslitið tá var 3-2, men tað eydnaðist teimum at fáa uppreisn hesaferð.
Holte vann uppiborið
Karmarnir um dystin vóru framúr, men sjálv finalan varð ongantíð so spennandi, sum fleiri áskoðarar helst høvdu væntað. Liðini løgdu heldur varisliga fyri, og Brøndby tóktist eisini hava munin fyrstu løtuna. Tær úr Brøndby vóru eisini á sigurskós í fyrsta settinum, eitt skifti vóru tær á odda 20-17, men Holte stríddi seg aftur og vann fyrsta settið 28-26.
Við tíðini øktist munurin millum liðini, og Holte rann undan mótstøðuliðnum. Anja og hinar vunnu hini bæði settini 25-20 og 25-16.
NCC verður nú
Steypasigurin verður ikki fagnaður stórvegis í spælarahópinum hjá Holte, tí longu komandi vikuskiftið verður Nordic Club Championship, norðurlendska meistaraheitið á skránni. Spælararnir eru longu farnar undir fyrireikingarnar til ta kappingina.
Holte, sum fekk Onnu Sonnadóttir Danielsen í hópin í november, kann tískil vinna heili trý gullmerki hetta kappingarárið. Í donsku landskappingini eru tær oddalið, og nú skal norðurlendska meistaraheitið fáast til høldar.