Danska hondbóltslegendan Anja Andersen flytir nú til Roskilde at arbeiða. Hon hevur seinastu árini verið venjari í Slagelse, sum gjørdist besta liðið í Europa, og nú skal hon endurtaka bragdið í Roskilde. Anja er framvegis í Slagelse, men næsta ár flytir hon til Roskilde DT, har hon fær fríar teymar at byggja eitt nýtt stórlið upp. Liðið hjá Anju verður ein yvirbygningur av hondbóltsfelagnum í Roskilde, og tí kann Anja hugsa fult og heilt um sítt egna lið.