Anita: Pengarnir á rættar hendur

Neyðugt verður at tryggja, at tað verður einkjan, sum fær tryggingarpengarnar - og ikki aðrir møguligir millummenn.

Sum Annfinnur Garðalíð greiddi frá á in.fo í kvøld, hevur einkjan eftir indonesiska sjómannin, sum doyði við garnaskipinum Anitu, helst rætt til tryggingarendurgjald.

 

Annfinnur er næstformaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag og hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hjálpa einkjuni, Kuswatun Hasanah.

 

34 ára gamli sjómaðurin, Seafundin Hasanah, sum fór í havið við garnareiðskapinum hjá Anitu, átti saman við konu síni tvey ára gomlu dóttrina, Nasya Aqila Hasanah.

 

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Eyðstein Djurhuus, sigur, at umframt vanlukkutrygging, hava fakfeløgini hjá føroyskum sjófólki eisini eina samlagstrygging, sum eitt nú tryggjar eftirsitandi við deyða.

 

- Okkara felag og Maskinmeistarafelagið eru saman um samlagstrygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, og Føroya Fiskimannafelag hevur sína samlagstrygging hjá Alka í Danmark.

 

Hann vísir á, at ein orsøk til, at einkjan eftir indonesaran neyvan fær so høga tryggingarupphædd, sum ein føroyskur sjómaður hevði fingið, er, at inntøkan hjá manni hennara umborð á Anitu ikki var serliga høg.

 

Indonesiski sjómaðurin var heldur ikki partur av føroyskari samlagstrygging.

 

- Ein partur av tryggingarendurgjaldinum er sjálv upphæddin og ein annar partur, sum verður roknaður mánaðarliga, byggir á inntøkuna hjá sjómanninum.

 

Eyðstein Djurhuus sigur, at neyðugt verður eisini at tryggja, at tað verður einkjan eftir Seafundin Hasanah, Kuswatun Hasanah, sum fær tryggingarpengarnar - og ikki aðrir møguligir millummenn.