Anita misti mann: Vistu einki um trygdarskipa

Ein indonesari, sum var á dekkinum, tá ið garnaskipið, Anita, misti ein mann, visti ikki um tey høvdu nakra trygdarskipan umborð.

 

Sjóforhoyr er í dag um vanlukkuna og í hesum sambandi verða tveir indonesarar avhoyrdir, sum vóru hjástaddur á dekkinum, tá ið vanlukkan hendi.

 

Men forhoyrið er drúgt, tí alt er á indonesiskum og tí verður alt tulka ígjøgnum eina telefon úr Danmark.

 

Men tann eini indonesarin, sum er avhoyrdur í morgun, varð spurdur um teir høvdu nakra ávísa mannagongd, ella trygdarskipan í slíkum førum, tá ið fólk fara fyri borð. Hetta er tað, sum verður kallað ein MOB -man over board- skipan.

Men tað visti maðurin ikki.

 

Hann hevur upplýst fyri rættinum, at teir høvdu arbeitt í 15 tímar út í eitt, tá ið vanlukkan hendi.

 

Vanliga vóru teir fýra mans á dekkinum, men hesa ferð vóru teir tríggir.

 

Teir høvdu fingið væl av fiski, so nógvir mans reinsaðu og aðrir skaffaðu og tí vóru teir bara tríggir mans á dekkinum. 

 

Indonesarin hevur greitt frá, at teir vóru í ferð við at seta, tá ið vanlukkan hendi. Onkrar fløkjur vóru, men tær vórðu greiddar so hvørt.

 

Men ímeðan teir standa við eini fløkju, kemur ein trossi, sum knýtur gørnini saman um beinið á tí eina indonesaran, sum var deksformaður, og hann varð drigin fyri borð.

 

Teir róptu upp á brúnna um at steðga skipinum, men tað hjálpti ikki beinanvegin, so skipið steðgaði ikki beinanvegin.

 

Vanliga høvdu teir knív hjá sær, men tað høvdu teir ikki hendan dagin.

Avhoyringarnar halda fram, men tær eru nágreiniligar og á fremmandum máli, so  tað tað fer at taka rúma tíð, frættist úr rættinum.