Anita kemur ikki inn

- Skipið er úti og verður har nakrar dagar afturat, sigur Søren Christiansen, reiðari á Anitu, sum hevur mist ein av manningini.

- Skipið er úti og verður har nakrar dagar afturat, sigur Søren Christiansen, reiðari á Anitu, sum hevur mist ein av manningini.

 

Hóast skakandi tilburðin umborð á Anitu týskvøldið, tá ein av manningini fór fyri borð, so kemur skipið ikki til lands enn. Nú er leitingin steðgað.

 

- Teir taka sær fyrst av gørnunum, men koma inn um nakrar dagar, sigur Søren Christiansen.

 

Reiðarin hevur valt at lata skipið vera verandi til fiskiskap, heldur enn at fáa tað til lands, soleiðis at manningin kann fáa professionella kreppuhjálp.

 

- Teir eru saman umborð, og teir ugga hvønn annan, sigur Søren Christiansen og heldur fram:

 

- Man hevur mett, at tað er líka góð terapi, at teir vera verandi úti, og eru saman har. Tað er møguligt, at tað hevði verið rættast at komið inn við skipinum. Men vit hava so mett, at tað er líka gott at teir eru saman umborð, sigur Søren Christiansen.

 

Manningin á Anitu var við at seta gørn, tá ein av manningini fekk ein enda um beinið og fór út við gørnunum. Tveir aðrir av manningini sóu tilburðin, men hóast teir royndu at draga gørnini innaftur, so kom 34 ára gamli sjómaðurin ikki afturíaftur.

 

MRCC Tórshavn fekk boðini umleið klokkan 19:20 týskvøldið 11. februar. Anita var tá stødd umleið 180 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni. Brimil fór á staðið, og leitað hevur verið eftir manninum, men til fánýtis.

 

Manningin, ið telur 33, er úr Indonesia og Spania. Skiparin er føroyingur. 34 ára gamli maðurin, ið fór fyri borð, er úr Indonesia, og tey avvarandi hava fingið boðini.

 

Sambært Søren Christiansen, reiðara, verður nú hugt eftir trygdini umborð.

 

- Tað er sjálvsagt, at ein tílíkur tilburður fær okkum at hyggja eftir, hvat kann gerast øðrvísi og betri, sigur Søren Christiansen.

 

Sjófrágreiðing verður um tilburðin, tá Anita kemur til lands um nakrar dagar.

 

Hoyr samrøðu við Søren Christiansen við at trýsta á pílin undir myndini.