Anita gjørdist ársins mamma

Tað gjørdist Anita Tausen á Toftum, ið fekk heiðurin sum ársins mamma í kappingini hjá Miðlahúsinum.

Tað var dóttur Anitu, Guðri Larsen, ið hevði innstillað mammu sína til heiðurin fyri hennara stóru hjálp í sambandi við, at Guðri og maðurin fingu tvíburðar, sum vóru í vanda fyri at doyggja í móðurlívi, og sum hava krevt sera nógva hjálp og umsorgan, síðani tær blivu føddar.

Í Sosialinum, ið fæst í sølubúðunum kring landið, er samrøða bæði við Ársins Mammu og dóttrina, ið innstillaði hana.

Umframt sjálvan heiðurin sum Ársins Mamma fekk Anita Tausen eitt blómutyssi frá Fípuni í SMS og eitt gávukort á eina yvirnátting á Hotel Hafnia fyri tvey við morgunmati á sjálvum mammudegnum.