Anita Góðadal er ættað og búsitandi í Sørvági. Hon er dóttir Andreu og
Hentza Johansen, og er gift við Bjarna Góáadal, og eiga tey tvey børn, Gunna og Hentza.
Tá ið Anita byrjaði á flogvøllinum við at gera reint, var ikki tann nógva
flogferðslan, sum vit kenna hana í dag, og var ongin flogferðsla sunnudagar
og týsdagar og ikki sum nú, har umleið 85 flogfør koma og fara um vikuna í
summarhálvuni.
Tilskilast kann eisini at í 1979, tá ið Anita byrjaði her á
vøllinum, vóru 50.000 ferðandi um flogvøllin og umleið 22 starvsfólk á
øllum flogvøllinum. Í 2003 var talið ikki minni enn 163.000 ferðandi og
umleið 160 starvsfólk á flogvøllinum. Sostatt hevur hon tikið lut í tí
menning, sum hevur verið innan flogferðsluni.
Arbeiðsgongdin er nógv broytt hesi árini frá einans at gera reint og so
til dagin í dag, har ein stórur partur av degnum gongur við at hava
trygdareftirlit av ferðafólki og ferðagóðsi, og mugu nógv fólk kennast við
Anitu, tá ið tey síggja hana aftur, og sær tað út til, at hendan uppgávan
bara verður størri og størri. Fleiri og fleiri krøv koma uttanífrá í samband
við trygdareftirlit o.a.
Dagurin verður hildin fríggjadagin 28. mai við almennari móttøku í
terminalinum á flogvøllinum ímillum klokkan 14 og 16.