Anita eigur at missa fiskiloyvið

Fólkaflokstingmaðurin Jákup Mikkelsen heldur, at Anita skal missa fiskiloyvið.

Málið um Anitu fylti rættiliga nógv, tá Løgtingið í dag hevði aðru viðgerð av uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um sáttmálaviðurskiftini hjá manningunum á føroyskum skipum, sum fiska innan fyri føroyskt sjómark ella av fiskirættindum, sum Føroyar hava fingið við avtalu við onnur lond.

 

Allir tingmenn, sum tóku orðið, vóru harmir um málið við Anitu, og at slík viðurskifti eiga at fáa avleiðingar.

 

Serliga avgjørdur var Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum. Hann segði, at málið er hjá ákæruvaldinum og fer í rættin, og at tað tí er rætt at bíða eftir dóminum. Men sjálvur var hann ikki í iva, hvør revsingin eigur at vera.

 

-Tað einasta rætta er, at fiskiloyvið verður tikið frá Anitu - permanent, segði Jákup Mikkelsen.

 

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum varð beint aftur í vinnunevndina til viðgerðar.