Eftir at hon í 10 ár næstan ikki hevur tosað við mammu sína, Nancy Dow, er Jennifer Aniston aftur vinir við hana.
Aniston varð ill við mammu sína, tá ið hon í 1999 gav út bókina ?From Mother and Daughter to Friends: A Memoir?. Aniston dámdi ikki, at mamman skrivaði um hana og tá ið mamman gjørdi sakina verri við at upptraðka í sjónvarpinum við at tosa um dóttrina, gavst Aniston við at tosa við hana. Tær tosaðu ikki aftur fyrr enn í 2005, tá ið Aniston varð skild frá Brad Pitt. Hareftir byrjaðu tær aftur at tosa eitt sindur saman og nú sær samband teirra út til at vera gott aftur.
- Hon er broytt. Hon er vorðin meiri eyðmjúk við aldrinum og harafturat er hon forelskað, sigur fyrrverandi ?Vinir?-stjørnan frá. Okkurt gott er hóast alt komið burtur úr trupulleikum teirra. Teir hava nevniliga hjálpt Aniston í sjónleikaraarbeiði hennara. Tá ið hon skal spæla ringar leiklutir, har hon skuldi skeldast, kundi hon nevniliga nýta persónligu royndir sínar.









