Angus Steakhouse latið upp í Klaksvík

Í gjár læt Angus Steakhouse Klaksvík alment upp Klaksvík, og nógv fólk vitjaðu matstovuna í gjárkvøldið á Klaksvíksvegi 45

Í gjár læt Angus Steakhouse Klaksvík alment upp, og nógv fólk vitjaðu matstovuna í gjárkvøldið á Klaksvíksvegi 45

 

Seinastu vikurnar hava eigararnir og starvsfólk hjá Angus Steakhouse umvælt og snøggað hølini, har Hereford helt til, og gjørt tey um, so tey líkjast Angus Steakhouse konseptinum.

 

Matskráin, stílurin og prísurin er tann sami sum í Havn, har tú kanst fáa ein góðan moyran búff og okkurt gott omaná fyri ein bíligari penga. Á matskránni er eisini hummarasuppa, burgarar, lambaryggur og annað gott.

 

– Angus Steakhouse lat í oktober 2015 sína fyrstu matstovu upp í gamla kaffivogninum á Eystaru Bryggju í Havn, og havnarfólk hava tikið sera væl móti nýggju matstovuni, siga eigararnir í tíðindaskrivi. 

 

Borgarstjórin í Klaksvík, sum var millum mongu gestirnar, fegnast sambært eigarunum um, at Angus Steakhouse nú eisini er komið til Klaksvíkar.

 

– Seinastu árini eru alsamt fleiri matstovur byrjaðar í okkara kommunu. Á hesum økinum hevur tænastan ment seg nógv, og vit hava í dag nógv ymisk góð tilboð, ið kunnu stuðla undir einum aktivum býi við nógvum upplivingum, endurgeva teir borgarstjóran fyri at siga.

 

Hann segði eisini, at nú kunnu tey gleðast um, at tey fáa enn eitt tilboð til íbúgvarnar og øll tey mongu vitjandi bæði úr Føroyum og úr útlandinum.

 

Tóki Jákupsson Skeel Nolsøe er stjóri og partaeigari í felagnum, sum rekur Angus Steakhouse matstovurnar:

 

– Vit eru ovfarnir av góðu móttøkuni, vit hava fingið frá øllum her norðuri og vóna, at vit við hesum kunnu geva klaksvíkingar og norðoyingar eitt gott matarstað. Vit meta tað vera tørv á einum tílíkum konsepti í Klaksvík í hasum prísbólkinum, sigur hann.

 

Matsstovan hevur opið hvønn dag – eisini leygardag og sunnudag – frá kl.11.30, har serlig døguratilboð verða hvønn dag millum kl. 11.30 og 15.00.