Angri ikki at eg gifti meg við Kára

Hóast tey hava verið gift í trý ár, sleppur Constanse Kesseh ikki at búgva hjá manninum í Føroyum.

- Eg angri ikki, at eg gifti meg við Kári. Eg fari ongantíð at angra ta avgerðina. Okkara kærleiki til hvønn annan er enn sterkur og rótfestur. Men eg má hava mann mín hjá mær, sigur Constanse Kesseh, sum framvegis, trý ár eftir brúdleypið, bíðar eftir at sleppa at halda ein brúdleypsdag í sama landi sum maðurin.

 

28 ára gamla Constanse Kesseh úr Gana gjørdi fyri trimum árum síðani tann stóra brølaran at gifta seg við einum føroyingi, 54 ára gamla Kára við Rættará. 15. januar var trý ára brúdleypsdagur teirra. Enn hava tey ongan av teimum hildið saman.

 

Aldursmunurin er ov stórur, tey giftust ov tíðliga og kendu ikki hvønn annan nóg væl, sigur Útlendingastýrið, sum tí hevur havna umsókn teirra um familjusamanføring. 4. juni í fjør fekk Kári við Rættará svar frá Útlendinga- og integratiónsaðalráðnum í Danmark, sum staðfestir avgerðina hjá Útlendingastýrinum. Constanse Kesseh fær ikki uppihaldsloyvi í Føroyum. Tey klaga hesa avgerðina, men 19. septembur fáa tey endaligt svar um, at avgerðin verður standandi. 

 

Tey eru tó framvegis gift. Eini tvær – tríggjar ferðir um árið vitjar Kári við Rættará konu sína í Gana. Tey droyma framvegis um at sleppa at búgva saman sum hjún í Føroyum. Constanse Kesseh sleppur ikki til Føroya fyribils. Hon fær ikki longur ferðafólkavisum til Føroya, tí danskir myndugleikar meta hana vera eina hóttan fyri Schengen-økið.

- Eg skuldi ynskt, at vit kundu verið saman alla tíðina. Nú vitjar hann meg nakrar ferðir um árið, og tað pínir meg, at vit ikki kunnu liva saman, sum øll onnur hjún gera, sigur hon.

 

Les meiri í Sosialinum, sum kemur út í dag.