- Jólini hava altíð verið nakað heilt serligt fyri meg. Heilt frá barni av eri eg uppvaksin við, at um vit ikki fóru i kirkju jóladag, ja so bleiv lisin lestur. Henda tátt hava vit tikið upp aftur í familju okkara tey seinastu árini.
Tað sigur Hans Eiler Hammer.
Hann heldur, at jólaboskapurin um, at heimurin hevur fingið ein frelsara, druknar alt ov ofta í øllum tí materialistiska. Uttan Jesu føðing og hansara frelsuverk, vóru eingi sonn jól her á fold.
- Vit hava nú i mong ár hildið jól uppá norskan máta og eta norskan jólamat jólaaftan. Vit eta pinnakjøt og alt leskiligt afturvið. Samstundis er øll familjan, systkin við familjum og mamma okkara samlað jóladag til ræst kjøt og súpan. Tað hevur verið ein fastur táttur nú í mogn ár.
Hans Eiler sigur, at nýggjársaftan er dunna á skránni, føroyskar dunnur.
- 2015 hevur á mangar mátar verið eitt hendingarríkt ár. Eg seldi fyritøkuna hin 1. august 2015. Tað havi eg ikki angrað eina løtu. Væntaði, at eg fór at sakna fyritøkuna, Hammer Shuttle. Men, við undran má eg staðfesta, at tað havi eg ikki gjørt.
Hann sigur, at síðan hann seldi, hevur hann skrivað eitt sindur og annars havt arbeiðir bæði uttanlands og eisini her heima.
- Eitt nú havi eg koyrt bygdaleiðir fyri fyritøkuna HK seinnu helvt av árinum.
Hans Eiler Hammer heldur, at besta upplivingin í ár helst var at vera til staðar á Anfield í mai mánaði 2015, tá liðskiparin yvir øllum liðskiparum, Steven Gerrard, takkaði fyri seg í Liverpool.
- Tað at hava eitt sjúkt barn, sum noyðist til Danmarkar í tíð og ótið, er ongantíð stuttligt, og tað er nakað, sum hevur merkt meg og okkum øll sum familju.
Hans Eiler sigur, at hann hevur sett sær fleiri mál fyri 2016. Eitt heilsumál, og tað er at halda seg í form og helst tapa nøkur kilo.
- Eitt annað mál, eg havi sett mær, er at fáa givið út tvær bøkur, sum eg eri í holt við at skriva. Tað triðja málið er eitt mál at koma í fast starv aftur sum prestur. Í hesum sambandi er nógv spennandi fyri framman.
At enda ynskir Hans Eiler Hammer øllum eini gleðilig jól.