Ríkisadvokaturin í Angola vil gera alt fyri at fáa fatur í Isabel dos Santos og fáa hana heimaftur. Tað segði hann við við útvarp í Angola í dag.
Milliardingurin Dos Santos, sum er dóttir fyrrverandi forsetan í landinum og harumframt er ríkasta kvinna í Afrika, er løgd undir at hava rænt statskassan í Angola fyri ovurstórar upphæddir.
– Vit vilja gera alt og brúka altjóða samstarv fyri at fáa fatur á Isabel dos Santos, sigur ríkisadvokaturin, Heldr Pitra Gros.
– Vit hava biðið um aljóða stuðul úr Portugal, Dubai og øðrum londum, leggur hann afturat.
Tað skilst ikki, um Angola hevur sent út altjóða handtøkuboð ella er við at gera eini slík.
Tann 46 ára gamla Isabel dos Santos erí dag fyrst og fremst í bretska høvuðsstaðnum, London, og í høvuðsstaðnum í Portugal, Lissabon.
Hon fór úr Angola, tá pápi hennara, José Eduardo dos Santos, mátt lata forsetasessin til eftirmann sín, Joao Lourenco, í 2017.
Isabel dos Santos hevur eftir øllum at døma bygt sær upp eina milliardaogn gjøgnum avtalur, sum ikki tola dagsins ljós. Tað skilst av umfatandi skjølum, sum eru likin út, og sum gravarabólkurin International Consortium of Investigative Journalist (ICIJ) hevur fingið atgongd til.
Dos Santos er skuld fyri, at hon gjøgnum status sum forsetadóttir tryggjaði sær fyrimunargóðar avtalur hjá almennum feløgum í Angola.
Myndugleikarnir í Angola hava fyrr ákært hana fyri at hava stýrt gjaldingum til eitt virði upp ímóti eini milliardi dollarum – yvir 6,7 milliardir krónur – frá almennu oljufeløgunum Sonangol og Sodiam til sín sjálvs og mannin, Sindika Dokolo.
Angola er næststørsti oljuframleiðari í Afrika. Umleið 95 prosent av útflutningsinntøkunum koma frá olju.
Síðst í desember vórðu ognirnar hjá Isabel dos Santos niðurfrystir í Angola.
Ríkisadvokaturin sigur í dag, at »at tað var púra av tilvild, at hon fekk boð um okkara kanningararbeiði, og hon rýmdi úr landinum somu nátt«.
Hann upplýsir ikki nágreiiniliga nær hon fór úr Angola.
Vinnumiðilin Bloomberg metir, at hon hevur ognir fyri tilsamans 2,1 milliardir dollarar, svarandi til umleið 14 milliardir krónur.
Dos Santos vísir aftur sjálv at hava gjørt nakað skeivt. Hon hevur sagrt, at kanningarner eru »politiskt motiveraðar«.
/ritzau/AFP