At føla angist og at verða bangin um ymiskt er ein púra vanlig kensla, sum øll kenna til. Tó kann tað henda seg, at hendan kenslan av ótta og angist tekur yvir og gerst so ógvuslig at tað ávirkar tíni dagligu viðurskifti.
Angist er ein ógvuliga vanlig sálarsjúka, og tey, sum hava angist, kenna til dagligu avbjóðingarnar sum angist hevur við sær. Alt frá familju, vinarbondum, arbeiði og parløgum, kennist næstan ómøguligt at hava í janvág.
32 ára gamla Claire Kayden Hines vísir, við tekningum, hvussu angist kann kennast uppá fleiri ymiskar mátar. Claire Kayden Hines hevði angist í fleiri ár áðrenn tað bleiv staðfest, og fyri hana hjálpur tað at tekna kenslurnar hon setur í samband við angist á ein skemtingarsaman hátt.
- Kenslan av angist, ger so at eg ongantí føli at eg geri nokk, ella geri nakað gott nokk. Eg føli tað sum eg altíð skuffi onkran, ella ikki klári at fylgja við í tí sum gongur fyri seg, mínar tekningar vísa á tað eg føli og hjálpa mær at góðtaka støðuna sum hon er, sigur Claire Kayden Hines.