? Eg haldi ikki, at nøkur saklig orsøk er til at siga, at norðmenn forfylgja føroyskum fiskimonnum.
Hetta sigur norski fiskimálaráðharrin, Peter Angelsen við norska blaðið Fiskaren.
Fiskaren hevur biðið norska fiskimálaráðharran um viðmerkingarnar til atfinningarnar frá skiparanum á Vesturvón og formanninum í Føroya Reiðarafelag ímóti atburðinum hjá norska fiskiveiðieftirlitinum ímóti føroyingum.
Báðir siga teir, at norðmenn forfylgja føroyingum, tí teir kanna skip í tíð og úrtíð og knalla til, beinanvegin, okkurt smáting er at seta fingurin á.
Seinast varð Vesturvón drigin til lands og fekk 160.000 krónur í bót fyri at hava fiskað 959,5 kilo ov nógv av hýsu.
Eftir at skiparin á Vesturvón og formaðurin í reiðarafelagnum høvdu sagt sína meining í Sosialinum, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, eisini fyri okkum, at hann skilti tey, sum tosaði um forfylging.
Hann metti málið so álvarsligt, at hann fór at taka málið upp við norskar myndugleikar.
Gott samstarv
Við blaðið Fiskaren sigur norski fiskimálaráðharrin, Peter Angelsen, at hann er ikki sinnaður at taka kjak upp við formannin í reiðarafelagnum, ella aðrar einstaklingar í føroysku fiskivinnuni um hesi viðurskiftini.
Hann sigur, at norðmenn og føroyingar hava leingi havt eitt gott samstarv,
Hann sigur eisini, at londini hava í nógv ár samráðst seg fram til avtalur, sum bæði føroyingar og norðmenn hava verið nøgdir við.
Hann er eisini av teirri áskoðan, at tað er púra onki grundarlag fyri at skuldseta norðmenn fyri at forfylgja føroyingum.
Hann sigur somuleiðis við Fiskaren, at eru tað viðurskifti, sum føroyingar eru misnøgdir við, og sum teir hava hug at tosa við norskar myndugleikar um, er hann sinnaður at hitta føroyingar á máli um hetta.
? Men so má tað vera eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum. Útgangsstøðið kann ikki vera atfinningar frá einstaklingum í fjølmiðlunum, sigur Peter Angelsen fyri Fiskaren.