Angelina Jolie hevði heimsfrumførslu av sínum nýggja filmi í New York í desember. Filmurin In The Land Of Blood And Honey er fyrsti filmurin, sum Angelina Jolie hevur leikstjórnað.
Ekstra Blaðið endurgevur í dag eina samrøðu, sum Angelina Jolie hevði við Sky.com fyri stuttum.
Angelina Jolie er ein av heimsins best umtóktu filmskvinnum, og hennara Hollywood parlag við Brad Pitt ger ikki áhugan fyri Angelina Jolie minni.
Angelina Jolie hevur leikstjórnað filmin In The Land Of Blood And Honey, sum varð upptikin í Bosnia, og er hetta fyrstu ferð, at sjónleikarinnan roynir seg sum leikstjóri.
Sjónleikarinna greiður í hesum sambandi frá, at hetta trýstið gjørdist ov nógv, tí brádliga hevði hon eina ov stóra ábyrgd, og fór at ivast í, um hon megnaði at leikstjórnað hendan filmin.
Undir øllum umstøðum er filmurin vístur í Amerika, og skjótt verður filmurin at síggja kring allan heimin.
Hetta veit eb.dk










