Hollywood stjørnan, Angelina Jolie, hevur latið seg lagt undir skurð fyri at skera burtur bæði bróstini, fyri at minka um møguleikan fyri at fáa bróstkrabba.
Tað skriva netmiðlar í dag, eisini so seriøsir miðlar, sum BBC.
37 ára gamla mamman at seks børnum - harav nøkur eru ættleidd - greiðir frá orsøkini til skurðviðgerðina i New York Times.
Hon greiddi frá, at læknar meta hana hava 87% møguleika fyri bróstkrabba og 50% møguleika fyri krabba í undirlívinum.
- Eg gjørdi a at minka sum mest um møguleikarnar, segði hon.
Hon segði, at tilgongdin byrjaði í februar og endaði miðskeiðis í apríl.
Ein av orsøkunum er, at mamma hennara stríddist móti krabba í útvi tíggju ár og doyði bert 56 ára gomul.
Jolie segði, at hon hevði vissa børnum sínum um, at sama sjúka skal ikki taka hana burtur frá teimum.
- Men sannleikin er, at eg eri berari av einum geni, BRCA1, sum økir munandi um møguleikan at fáa krabba, bæði bróstkrabba og krabba í undirlívinum, sigur Angelina Jolie.









