Angelina Jolie fekk ST-virðisløn

Amerikanska filmskvinnan fekk virðisløn fyri arbeiði sítt at vísa heiminum á trupulleikarnar hjá flóttafólki.

Angelina Jolie hevur leingi virkað fyri at kunna altjóða samfelagið um arbeiðið hjá ST-flóttafólkastovninum UNHCR, og í vikuni fekk hon ta nýstovnaðu virðislønina "Sergio Vieira de Mello Citizen of the World"-virðislønina. Virðislønin hevur fingið navn eftir brasilska diplomatinum Sergio Vieira de Mello, sum doyði í einari bumbuatsókn at ST-skrivstovuni í Bagdad í august. Hann var leiðari á skrivstovuni, og 23 av hansara starvsfólkum doyðu eisini í atsóknini.

Í grundgevingunum fyri at geva Angelinu Jolie virðislønina verður sagt, at hon hevur víst almenninginum á trupulleikarnar hjá flóttafólki og á tann hátt fingið heimssamfelagið at hjálpa teimum.

Sjálv hevur Angelina Jolie givið UNHCR 100.000 dollarar burtur av inntøkunum frá filminum "Beyond Borders", sum júst snýr seg um flóttafólk og neyðhjálpararbeiði. Hon hevur eisini gjørt av, at UNHCR skal fáa allar inntøkurnar av einari bók, sum hon hevur skrivað um arbeiði sítt við flóttafólki. Bókin kemur út í næstum.

Tann 28 ára gamla filmsstjørnan, sum hevur ættleitt ein smádrong úr Kambodja, hevur júst skrivað nýggjan tvey ára sáttmála við ST.