Klaksvík:
Tiltakið byrjar klokkan 19. Finn Johannessen verður frásøgumaður, og áðrenn tey bæði Angela og Hannibal koma at undirhalda, fer Finn saman við Hans Michael í Mittúni, sum spælir gittar, at syngja nakrar barnasangir saman við børnunum.
Síðani koma Angela og Hannibal, og tá tey eru liðug við teirra framførslu, verða aftur nakrir sangir sungnir. Og alt tiltakið endar við, at Silvi kemur á vitjan.
Atgongumerki til tiltakið fáast í forsølu á Norðoya Kunningarstovu, og kostnaðurin fyri hvønn er 50 krónur. Tað er avmarkað atgongd, men fyrireikararnir hava tikið hædd fyri, at um tað er undirtøka fyri tí, so verður ein sýning møguliga afturat seinni um kvøldið, klokkan 20:30.










