Í dag, leygardagin, skipar Eiðis Bóltfelag fyri føstulávintshaldið fyri børnum og vaksnum. Tiltakið verður í fimleikarhøllina í Eiðis skúla, og byrjar tað kl 15.
Tá koma Angela og Hannibal, ið eru kend frá Sjónvarp Føroya at undirhalda fyri børnum og vaksnum. Eftir at tey bæði hava undirhildið verður tunnusláing fyri børn frá 7 klassa og niðureftir
Eisini verður køkutombola og kaffi og køkur verða at fáa til keyps.
Tey vaksnu sleppa eisini uppí part at sláa tunnu. Tað gongur fyri seg, eins og undanfarin ár, á vaglinum kl. 19.30.
? Møtið fjølment og grýluklødd, heilsa tey av Eiði.










