Komandi leygardag 29. mars kl. 15 fara barnavinarliga Angela og klovnurin Hannebal at undirhalda við almennum barnatiltaki í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Øll eru vælkomin til tiltakið, sum byrjar kl. 15 og atgongumerkir við dyrnar kosta 40 kr.
Angela Petersen og Rúni Gaardlykke hava nógv ár á baki og til ber eisini at síggja føroyska sjónvarpssending teirra ?Krutl? á alnótini: www.olivant.fo
Stigtakarir til tiltakið eru Føroyahúsið og FO INVASION.










