Flokkurin CDU/CSU hjá Angelu Merkel, kanslara fær væntandi 33,5 prosent av atkvøðunum á týska valinum í dag, og tað røkkur til at tryggja henni kanslarasessin. Eygleiðarar siga, at úrslitið hjá CDU/CSU er eitt vónbrot, tá havt verður í huga, hvussu væl umtókt Angela Merkel sjálv er.
Men hóast úrslitið er vánaligt, er flokkurin framvegis landsins størsti, tí sosialdemokratarnir í SPD hava eftir øllum at døma fingið ein frammaná. Bara 22,5 prosent hava atkvøtt fyri SPD, og so lítla undirtøku hevur flokkurin ikki havt síðani seinna heimsbardaga.
Tað vóru yvirhøvur teir smáu flokkarnir, sum vunnu tað týska valið í dag. Fríu Demokratarnir í FDP hava eftir teimum fyrstu tølunum fingið 15 prosent av atkvøðunum, og tað fer helst at hava við sær, at Angela Merkel fer at skipa eina borgarliga samgongu saman við FDP.
Tey Grønu og sosialistaflokkurin Die Linke hava ætlandi fingið ávikavist 10,5 og 12,5 prosent. Sjónvarpið ARD sigur, at um hesi tølini halda, er tað besta úrslitið hjá teimum báðum flokkunum nakrantíð.
Valluttøkan í Týsklandi í dag var góð 72 prosent. Seinast var hon oman fyri 77 prosent.










