Týski kanslarin, Angela Merkel, hevur givið Jóan Símuni Edmundsson og øllum hinum spælarunum í 1. og 2. Bundesliguni grønt ljós til at spæla aftur. Tað verður við fleiri treytum og fyribils uttan áskoðarar.
- Bundesligain og 2. Bundesliga kunnu spæla aftur frá seinnu hálvu av mai undir góðkendu reglugerðini fyri testing, sigur Angela Merkel.
Hon leggur tó dent á, at tað fótbóltur ikki hevur nakra serstøðu. Tað merkir at alt verður latið aftur, um alt ikki spælir væl av. Nú er tað upp til DFL, sum rekur deildirnar, at finna eina loysn upp á restina av kappingarárinum.
Føroyska umboðið í týskum fótbólti er Jóan Símun Edmundsson. Hann spælir við Arminia Bielefeld, sum er oddalið í 2. Bundesliguni. Mett verður at kappingin byjar aftur 15. ella 22. mai.