Anfinn Kallsberg hevur enn ongar viðmerkingar gjørt til skrivið, sum hann fekk frá Tjóðveldisflokkinum mánadagin, og í gjár tvíhelt hann um, at hann hevur einki at siga í løtuni.
Hann vildi ikki siga, um hann góðtekur svarið frá Tjóðveldisflokkinum og harvið heldur fram sum leiðari fyri landsstýrissamgonguni.
? Nú fáa vit at síggja, hvat hendir. Eg havi so onga viðmerking í dag, segði løgmaður fyri middag í gjár.
Um tríggjar dagar skal Anfinn Kallsberg halda árligu løgmansrøðuna, sum verður roknað sum eitt týðandi politiskt manifest hjá samgonguni, nú nýtt tingár byrjar.
Løgmansrøðuna skal hann halda eftir rumbul í samgonguni, og uttan at hann hevur sagt, at hann nú kennir seg vísan í, at samgonguni er lív lagað.










