Anfinn við nýggjari fløgu

Hetta er fjóðra útgávan hjá Anfinni Nielsen, helst betur kendur sum Anfinn & Co

Tað gongur sum »rótasúpan« í Nólsoyar geilum, at ein nýggj fløga við Anfinn & Co er á veg. Og sjálvur váttar Anfinn Nielsen, at so er.

- Vit eru í studio í løtuni, og tað gongur væl, sigur klaksvíkingurin, sum gjørdist nólsoyingur.

Talan er um tíggju spildurnýggjar sangir, sum Anfinn sjálvur hevur skrivað allar tekstirnar til. Hann hevur eisini gjørt lagið til tríggjar av sangunum. Hini sjey løgini eigur Kim Hansen, sum eisini er við í framleiðsluni.

- Kim Hansen er ótrúliga professionellur og ein sonn frøi at arbeiða saman við, rósar Anfinn Nielsen »bygdamanni« sínum.

Fløgan verður tikin upp í Studio Oyravox av einum øðrum »nýggjum« nólsoyingi, nevniliga Terja Rasmussen. So ikki kann sigast annað, enn at mangar góðar og kendar tónleikakreftir eru gingnar saman um hesa verkætlanina – ikki minst tá hugt verður at restini av companínum. Har eru James Olsen, Ólavur Øster, Pauli Magnussen, Ólavur Olsen á horn og Angelica Nielsen á violin.

- Hetta verður ein sera spennandi útgáva, sum spennir sera víða. Heilt frá stillum country til villasta rock, sigur Anfinnur Nielsen.

 

4. útgávan

Anfinn Nielsen er eingin ársungi innan tónleik. Hann hevur áður latið tríggjar útgávur úr hondum. Hin fyrsta kom í 1985, og hon nevndist »Hví«. Næsta kom í 1992 og nevndist »Tí«.

- Hesar báðar fyrstu útgávurnar vóru á kasettubandi, men tær blivu seinni givnar út samlaðar á einari fløgu, sigur Anfinn Nielsen.

Triðja útgávan var »Betri seint enn álvara« og kom út í 1998.

- Tað hevur verið á sama hátt við øllum útgávunum. Tað hevur ligið stilt eina tíð, og so havi er arbeitt nokk so konsentrerað fram móti einari útgávu. Hendan, sum nú kemur, byrjaði eg upp á fyri lítlum ári síðani, sigur Anfinn Nielsen.

Tað er ikki heilt av tilvild, at tað gongur sum rótasúpan um geilarnar, at nýggj fløga er á veg. Heitið er nevniliga »Rótasúpan«.

Og Anfinn Nielsen vónar, at um alt gongur eftir vild, so kunnu føroyingar njóta rótasúpan til Ólavsøku.

- Men tá skal alt ganga sum eftir ánni, sigur Anfinn Nielsen, sum kortini ætlar, at fløgan skal koma út áðrenn summarið er farið.