Tað vóru ábendingar um tað í gjár, og í dag váttar Anfinn Kalsberg fyri Sosialinum, at hann stillar ikki upp til komandi fólkatingsvalið í november.
- Hetta er nakað, eg havi tikið avgerð um fyri langari tíð síðani um ikki at stilla upp, so tað er ikki nakað, sum er komið knappliga á, sigur Anfinn Kalsberg.
Hann sigur, at fólkatingsarbeiðið í veruleikanum ikki hevur so stóran týdning, og føroyingar hava sum heild lítlan áhuga í tí.
- Tað koma kanska eini trý uppskot um árið fyri tingið, sum hava nakað við Føroyar ella føroysk viðurskifti at gera, vísir Anfinn á.
Hann sigur seg leingi hava havt ætlanir um at skrúva eitt sindur niður fyri blussinum og avvísir, at hann tekur seg aftur fyri ikki at forða fyri undirtøku hjá nýggja formaninum, Jørgen Niclasen.
Viðvíkjandi løgtingsvalinum er støðan ein onnur.
- Eg havi boðað Norðoya Fólkafloksfelag frá, at eg lati meg stilla upp aftur til løgtingsvalið. Men verða Føroyar eitt valdømi er ilt at siga, hvussu tað verður við uppstilling. Tá verður tað helst nakað, sum flokkurin skal taka støðu til, sigur Anfinn Kalsberg.










