Anfinn og tey lærdu...

Játtanin til framleiðslu av føroyskum undirvísingartilfari er skerd. Sagt verður, at orsøkin er vantandi søla til skúlarnar - hví man so vera...?

Eitt er so víst - tað er at akademikararnir, sum ganga og mala í havnargøtum, hava í hvussu so er fingið ivaleyst til útbúgvingar og annað fjant og fjas.

Øll vita jú, at verulig vitan verður savnað, ment og víst í verki við at bora tunlar.

Hvussu fíggjarnevndin við háttvirda harra Kallsberg á odda hevur roknað seg fram til hetta, veit eg satt at siga ikki.

Kreativur er hann framvegis...