Anfinn og Jóannes á Fólkating

Fólkaflokkurin og Javn­að­ar­flokk­ur­in kunnu sum einki vinna fólk­a­tings­val­ið - um flokk­ar­nir gera eina rætta og tak­tiska upp­still­ing.

Tað sigur seg sjálvt, at tað gev­ur lílta meining at velja ein floks­formann í Føroyum á danska fólkatingið. Ein per­són­ur kann ikki sita í tveim­um parl­a­ment­um í tveim­um lond­um.

Allir flokkar leggja dent á, hvussu stóran týdning fólk­a­tings­ess­ur­in hev­ur. Helst hev­ur hann tað. Fyri Føroyar man hann heldur vera av dipl­o­mat­isk­um slag, og tí eiga vit at velja tveir roynd­ar per­són­ar á Fólka­ting, sum ikki sita í løg­ting­i­num - men sum hava re­spekt í donsk­um stjórn­ar­um­hvørvi.
Fólkaflokkurin og Javnað­ar­flokk­ur­in eiga hvør sín mann, sum er fyrr­ver­andi løg­tings- og fólka­tings­mað­ur, og sum er fyrr­ver­andi lands­stýr­is­mað­ur og løg­mað­ur. Hvat er tí meira upplagt, at enn at stilla Anfinn Kalsberg og Jó­ann­es Eid­es­gaard upp til Fólka­tingið?

Fyri okkum á síðulinjuni hevði tað verið sera spenn­andi, tí hetta hevði givið Sam­band­i­num og Høgna Hoydal ein skarp­an gang.
Hetta er í veruleikanum ein­asti reelli møg­uleiki ­hjá Javn­að­ar­flokk­inum og Fólk­a­flokk­i­num at vinna fólk­a­tings­val­ið, og Før­oya fólk høvdu í øllum før­um fing­­ið tveir ser­deil­is roynd­ar pol­­i­­tik­ar­ar á Fólk­ating.

Tað er púra van­ligt – eitt nú í Dan­mark – at fyrr­ver­­a­ndi ráð­harr­ar ger­ast am­­b­ass­a­dør­ar í ørð­um lond­­um. Tað er ikki av tilvild, men tað er tí, at slík­ir per­són­ar við síni for­tíð hava serliga slagkraft. Tað hava An­finn Kalls­berg og Jó­ann­­es Eid­e­s­gaard eisini.

So Aksel og Jørgen, vísið nú, hvussu taktiskir tit eru!