Anfinn má reinsa seg

Løgmansembætið krevur av Anfinni Kallsberg, at hann tekur stig til at reinsa ákærurnar hjá Tórbirni Jacobsen av sær. Tað heldur Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður.

- Ákærurnar, sum Tórbjørn Jacobsen reisir ímóti løgmanni, eru so mikið álvarsligar, at løgmaður illa kann liva við teimum. Tí verður hann noyddur til at reinsa seg, sigur Edmund Joensen, sum sat sum løgmaður undan Anfinni Kallsberg.
Sjálvur upplivdi hann ikki líknandi ákærur í síni tíð sum løgmaður, men Edmund Joensen metir, at hann hevði brúkt møguleikan at stevnt Tórbirni Jacobsen fyri ærumeiðing, um so var, at hann ikki vildi tikið ákærurnar í seg aftur.
- Løgmaður hevur sjálvur valið um hann vil stevna ella reinsa seg á annan hátt, men reinsast má hann. Tað krevur eitt so stórt embætið sum løgmansembætið av honum, metir Edmund Joensen.