Anfinn Kallsberg fólkatingslimur fyri fólkaflokkin sigur við Portalin, at hann er øðiliga ivingarsamur um tann sokallaða anti-terrorpakkan, sum danska stjørnin legði fram á tíðindafundi hósdagin, og hann kann ikki ímynda sær tílíkar reglur í Føroyum. 
Gjøgnumskygnið í føroyska samfelagnum er nógv størri enn so, segði Anfinn Kallsberg við Portalin leygadagin. Hann hevur ikki sett seg serliga nógv inn í lóggávuna enn, men heldur, at tílík mál eru øgiliga prinsipiell. 
Tað er ein balansugongd millum rættartryggleikan hjá tí einstaka og tryggleikan móti yvirgangi. Hann ivast ikki í, at danska stjórnin hevur sannførandi upplýsingar um, at hetta er neyðugt, áðrenn so stór stig verða tikin.
T.d. er ætlanin um, at PET fær møguleika at skanna heilar íbúðarblokkur, um illgruni er um, at eitt yvirgangsfólk býr í einum av íbúðunum, eitt øgiliga drastiskt stig at taka, sigur Anfinn Kallberg við Portalin. Hann ivast heldur ikki í, at um PET fær henda møguleika, verður hetta bert gjørt í heilt serstøkum málum, har illgrunin er serliga sterkur.
Hann sigur, at hann ikki ætlar at atkvøða, tá málið kemur fyri á Fólkatingi. Tí hann væntar ikki, at henda lóg verður galdandi í Føroyum og í Grønlandi. Hann hevur boðað stjórnini frá, at hann ikki atkvøður í innanhýsis donskum málum. Hann sigur, at hann gongur út frá, at um her er talan um verjumál og ikki um vanliga sivilalóg, so verður Løgtingið tikið við upp á ráð, áðrenn málið verður sett í gildið fyri Føroyar. 









