Anfinn Kallsberg stillar ikki upp aftur

Anfinn Kallsberg er skjótt liðugur í føroyskum politikki.

Hann hevur nevniliga gjørt av, at tá ið løgtingsval verður aftur, fer hann ikki at stilla upp aftur. Hann er ein av teimum, sum tekur undir við, at Føroyar skulu vera býtt sundur í sjey valdømi.

Men Anfinn Kallsberg sigur, at fyri hann persónliga hevur tað ikki tann stóra týdning, tí hann stillar ikki upp aftur.

Men hann segði, at hann hugsaði um sín eftirmann, tá ið hann kortini er so heitur talsmaður fyri sjey valdømum.

Anfinn Kallsberg hevur verið ein politikari við stórari ávirkan. Hann varð valdur fyrstu ferð í 1980 og hevur sitið á tingi síðani, bæði sum formaður fólkafloksins, formaður í fíggjarnevndini, løgmaður, landstýrismaður í fíggjarmálum, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og sum løgmaður