Um nakar føroyingur heldur, at tað er gott vinarlag millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið, so fer hann skeivur. Púra skeivur.
Tí eftir samráðingarnar í Keypmannahavn fríggjadagin í síðstu viku er eftir øllum at døma vorðið ísakalt millum partarnar.
Hetta er ein niðurstøða, sum kann gerast eftir tíðindafundin, sum landsstýrið skipaði fyri í Tinganesi fyrrapartin í gjár.
Góðtaka ikki
føroyska uppskotið
Á tíðindafundinum greiddi løgmaður frá tilgongdini undan samráðingunum og tí, sum fyrifórst á sjálvum samráðingarfundinum fyrsta.
Samstundis legði hann fram øll skjøl í málium og m. a. legði hann eisini fram nógv umtalaða skjalið, sum danska fíggjarmálaráðið hevur gjørt.
Og løgmaður lat ongan vera í ivi um at hann helt lítið um framferðina hjá stjórnini á fyrsta fundinum.
? Vit høvdu eina greiða avtalu um, at landsstýrið skuldi gera eitt uppskot til ein sáttmála og at vit eisini skuldu gera eitt uppskot um hvussu restin av samráðingunum skuldu ganga fyri seg, men tað gjørdist greitt, alt fyri eitt, at danska stjórnin vildi ikki tosa um okkara samráðingaruppskot. Og tað er fullkomiliga burtur úr vón og viti, sigur løgmaður.
Løgmaður greiðir frá, at tá føroyingar løgdu fram uppskotið um »Guidelines«, sum sigur hvussu farast skal fram í samráðingunum frameftir, tá vrakaði stjórnin alt.
? Nyrup feiðaði alt av borðinum, sum stóð í okkara uppskotið til »Guidelines« og tað er av tí heilt einføldu orsøk, at teir vilja ikki tosað um føroyska uppskotið, sigur løgmaður.
Tað spøkir
Ístaðin vildi stjórnin fyri alt í verðini hava samráðingarnar at ganga út frá einum uppskotið sum minnir nógv um andstøðu uppskotið í Føroyum.
? Hetta kundu vit als ikki góðtaka tí tað var ein greið avtala frammanundan, at tað var uppskot landsstýrisins sum var til viðgerar, sigur løgmaður.
Eitt annað, sum løgmaður hevur fest seg við er, at danski forsætisráðharrin alla tíðina vil hava fólkatingið við í samráðingarnar.
? Hví vil hann tað, spyr løgmaður og svarar sjálvur.
? Eg eri stórliga bangin fyri, at hann vil hava málið í fólkatingið, sum so niðurbindur stjórnina til bert at góðtaka trý til fýra ára skiftistíð og kanska til at koma við einum øðrum uppskotið sum teir eisini vilja hava til fólkaatkvøðu í Føroyum. Tað vekir óhugnalig minnir í mær, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann leggur við øðrum orðum upp til, at danska stjórnin tilvitað, hevur latið upplýsingar leka til donsku fjølmiðlarnar fyri at undirgrava samráðingarnar áðrenn tær byrjaðu, og eisini fyri at fáa donsku andstøðuna í sín part. Og hetta seinna eydnaðist í hvussu er í fyrsta umfarið, tí bæði Anders Fogh Rasmussen, úr Vinstra og Bedt Bendtsen úr Konservativa flokkinum hava bakka upp um Nyrup.
? Tølini, sum danska stjórnin leggur fyri dagin, eru fullkomiliga burtur úr vón og viti. Harafturat er útrokningin av føroyingum í Danmark forkastilig og eigur ikki at koma fyri nakrastaðni. Tað einasta stjórnin vinnur við hesum er, at øsa fólk, og tað verður so gjørt við skeivum upplýsingum, sigur løgmaður.
Altjóða eygleiðarar
Sambært løgmanni hevur samráðingartilgongdin higartil verið sera skelkandi og tí avvísir hann ikki møguleikanum fyri, at fáa altjóða samfelagið at hava eyguni við framferðini hjá donsku stjórnini.
Í kunningarritið til fjølmiðlarnar sigur løgmaður:
? Í øðrum pørtum av heiminum er vanligt at heita á altjóða samfelagið um at hava eyguni við tilgongdini um útlendska ríkisvaldið leggur seg ov hart útí tilgongdina.
? Vónandi verður ikki neyðugt hjá okkum føroyingum at heita á altjóða samfelagið um at hava eygleiðara við á teim samráðingarfundum, ið fara at koma.
Spurdur, svarar løgmaður, at hann vónar ikki at tað verður neyðugt og tí kunnu vit gita okkum, at løgmaður ætlar sær at brúka henda møguleika um tað verður neyðugt.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at íslendski forsætisráðharrin David Oddsson hevur boðið sær til at verða millumgongumaður í samráðingunum millum Danmark og Føroyar.
Løgmaður var spurdur um hetta var eitt hugskot og svarið hann gav bar á tað borið, at uppskotið var ikki av leið.
? Hann kennir íslendsku søguna, segði løgmaður stutt.