Anfinn Kallsberg: Mason at takka fyri Merkið

Skrúðgongan fór av parkeringsøkinum við Norðoya Sparikassa og yvir í Vágstún kl. 14.00 í dag, har Anfinn Kallsberg flutti fram røðu.

Orð og myndir: Dávur Winther

 

Tað vóru serliga nógv fólk til hetta flaggdagshaldið – tað kendist sum á Norðoyastevnu. Og hugaligt var eisini at síggja mongu gulu og grønu skótarnar – ein 80 í tali við hópin av fløggum. Tað tykist rættiliga, sum skótarnir hava rættiliga ment seg.

Anfinn Kallsberg helt eina serstakliliga góða røðu, har hann tók í flaggsøguna, sum vit kanska kenna hana, men hevði tó fleiri serstøk íkast – eins og frásøgukynstur hansara er serstakt og gott.

##med2##

M.a. nevndi hann bretska konsulin, Mason, sum var í Føroyum undir krígnum 1940 - 1943, og at tað var honum fyri at takka, at semja fekst um, at Merkið skuldi verða faggið fyri Føroyar. Hetta var eitt serstakt bragd, tí mótstøðan frá dønum var stór ímóti, at so skuldi verða.

##ms##

Anfinn nevndi eina serliga søgu, har hann við eitt serstakt høvi kom at hitta henda merkisverda mann, Mason, sum tá var 83 ára gamal. Tað var áhuvgavert at hitta henna lítilátna mann við so stórum týdningi, ið hevði tikið eina so týðandi avgerð fyri Føroyar. Mason var tá rættiliga ungur í politiskum høpi, bert 23 ára gamal, helt Anfinn fyri.

##med3##

Anfinn nevndi eisini, at hann hevði verið skóti og hevði rík minni frá teirri tíðini. Ja, hann hevði við ymsar støður takka fyri, at hann hevði verið skóti, tí lærdómurin hagani hevði verið honum hentur við nógvar ymsar støður, og gagnað honum.

Hann eggjaði skótunum til at halda fram við sínum virðismikla arbeiði og virða Mekið – eins og at virða fløggini, aðrar tjóðir bera.

##med4##

Aftan á hátíðarhaldið í Vágstíni, har sum altíð Klaksvíkar hornorkastur setti dám á løtuna, varð boðið til "Flaggdagskaffi" í KFUM & K. 

Ein frálík løta í frálíkum veðri!

Takk til fyrireikararnar, Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM-&KFUK-skótarnar

 ##med5##

##med6##