? Hetta málið er langt síðani lagt afturum. Eg fekk eina skrivliga umbering frá Tórbjørn Jaocbsen á ólavsøku, og harvið er málið avgreitt.
So avgjørdur er løgmaður framvegis, tá vit biða hann um viðmerking til orrustuna, sum stóðst av, at Tórbjørn Jacobsen legði løgmann og Jørgen Niclasen undir ikki at kenna mun á sínum og annara.
Í blaðnum leygardagin varð nomið við møguleikan hjá løgtinginum at seta eina nevnd, eina sonevnda grein 19 nevnd, sambært stýrisskipanini. Grein n 19 í stýrisskipanini sigur, at »løgtingið kann skipa nevndir av tingmonnum at kanna alment umvarðandi mál. Nevndirnar hava rætt at krevja skrivligar ella munnligar upplýsingar frá einskildum borgarum eins væl og frá almennum embætismonnum.«
? Løgtingið hevur nógvar sanktiónsmøguleikar, um tað heldur, at eg ikki kann verða sitandi sum løgmaður. Men eg haldi, at tað reiðiligasta hevði verið, at teir reistu eitt misálitsuppskot móti mær, sigur Anfinn Kallsberg, sum staðfestir, at tað er onkur, sum vil kóka suppu upp á hetta málið.
Í Degi og Viku fríggjakvøldið varð Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni, endurgivin fyri at siga, at málið um løgmann neyvan fellir undir »alment umvarðandi mál«, meðan annar løgfrøðingur segði, at málið um løgman kann liggja innanfyri heimildina við grein 19 nevndini, júst tí, at løgmaður er løgmaður, og harvið kann fortíðin metast sum »alment umvarðandi«.
Aðalstjórnin hjá Tjóðveldisflokkinum viðgjørdi stríðið millum Tórbjørn Jacobsen og løgmann á fundi leygardagin. Høgni Hoydal segði við útvarpið sunnudagin, at hann onga viðmerking hevði til málið, fyrr enn tað eisini var viðgjørt í tingbólkinum.
Fyrr hevur Høgni Hoydal sagt, at málið ikki er eitt flokspolitiskt mál, men eitt persónligt stríð millum Anfinn Kallsberg, løgmann, og Tórbjørn Jacobsen.
:::::::MYNDATEKSTUR:::::::::
Løgmaður tekur framvegis fyri fult skrivligu umberingina, hann fekk frá Tórbjørn Jacobsen ólavsøkudag. Høgni Hoydal hevur eisini sagt honum, at málið er avgreitt