Anfinn Justinussen farin

Mikunáttina 14. februar slóknaði Jógvan Anfinn Justinussen, fyrrverandi lærari í Klaksvík. Hann var føddur 20. februar 1927, og harvið restaði honum bara nakrar dagar í at røkka teimum áttati, nú hann legði árarnar inn.

                      Anfinn var svínoyingur. Mamman var Annika fødd Joensen og ættað úr Heimistovu, og pápin var Heini Justinussen ættaður uppi í Húsi. Annika og Heini fingu tvey børn – Óluva Thorsteinsson í Klaksvík, sum var fødd í 1924 og doyði longu í 1989, og so Anfinn.
                      Annika og Heini fluttu undir krígnum til Klaksvíkar, og tey bygdu á Selheyggi. Her hevur Anfinn búð síðani. Kona hansara er Anna fødd Seloy og ættað úr Vestmanna. Tey eiga tveir synir – Heina og Áka. Abbadóttr Anfinn eitur Marianna.
                      Anfinn arbeiddi í jarnsmiðjuni hjá Kjølbro. Hegnið og hugurin vóru góð, og ivaleyst hevði hann verið smiður, um heilsutrupulleikar ikki forðaðu hesum. Anfinn var vetuirin 1949-50 á Háskúlanum, og síðani fór hann á Læraraskúlan, har hann leyk prógv í 1956. Beinanvegin, eftir at hava lokið prógv, fór Anfinn í lærarastarv í Klaksvík, og har var hann álitisfullur og nærlagdur lærari, inntil hann í 1994 legði frá sær. Frá 1979 var starvsstaðið Skúlin við Ósánna. Í nógv ár undirvísti Anfinn í bókbinding í kvøldskúlanum.
                      Anfinn var á skeiði á Dansk Sløjdlærerskole sumrini 1958 og 1959, og 1972-73 var hann á ársskeiði á DLH. Í sekstan ár var hann limur í Norðoya náttúrufriðingarnevnd, og Anfinn var í nógv ár nevndarlimur í Norðoya Sjúkrakassa.
                      Anfinn var familjukærur og trúgvur, og hann hoyrdi avgjørt til tey stillu í landinum. Hann var fróðarmaður og var sera innarlaga í ætt og søgu. Svínoy og svínoyingar stóðu honum serliga nær. Barnaheimið í Klingrugarði hava tey átt alla tíðina, og Anfinn hoyggjaði, røktaði og gekk á fjall í Svínoy so leingi, sum orkan var til tað.
                      Leygardagin klokkan 12.30 verður Anfinn borin til gravar úr Christianskirkjuni, sum hann átti fastan sess í.   <B STRONG normal"$?$end$!$J<>