Í kappingini í egning, sum var í Klaksvík á sjómannadegnum í dag, gjørdist Anfinn Hansen vinnari og føroyameistari.
Anfinn er áður endaður ovarlaga í kappingini, men í dag syfti hann allar kappingarneytarnar og gjørdist føroyameistari.
Úr Klaksvík verður sagt, at hóast Anfinn ikki hevur nortið eina línu í fleiri ár, so var hann kortini so kvikur og drúgvur í kappingini, at hann gjørdist vinnari.
Og tó. Bert tveir húkar eftir Anfinn, kom Karstin Joensen, sum eisini hevur roynst stinnur í undanfarnum egnikappingum.
Tað var royndi línumaðurin og skiparin á Kallaesi, Árni Zachariassen, sum endaði á triðja plássi í kappingini, har tilsamans níggju mans luttóku.