Anfinn Gærdum formaður øll árini

Strálan hevur eina fjórðings øld á baki hin 24. mars, og øll árini hevur Anfinn Gærdum verið formaður.

Ítróttarfelagið Strálan hevur eina fjórðingsøld á baki hin 24. mars í ár, og tað ætlar felagið at halda við manér, sum tikið verður til. Felagið fer nevniliga at skipa fyri borðhaldi og dansi í Bygdarhúsinum á Strondum leygarkvøldið hin 29. mars.

 

Undir borðhaldinum fer Robet Mc Birnie at undirhalda, og eftir borðhaldið verður dansur við Eyðuni, Terja og Kim, har teir til dansin, sum verður almennur, fara at spæla øll tey góðu hittini.

 

Formaður í Stráluni øll hesi 25 árini hevur verið kendi strandingurin, Anfinn Gærdum, sum hin 21. desember í fjør fylti seksti ár. Føðingardagurin hjá honum varð eisini hildin við manér í Bygdarhúsinum á Strondum.

 

Anfinn, sum bæði er útbúgvin skipsførari og fólkaskúlalærari, er ein rættiliga aktivur maður, og í nógv ár hevur hann verið primusmotorur aftan fyri SøluRásina, sum feløgini á vesturarminum á Skálafjørðinum standa aftan fyri, og sum hevur heili sekstan ár á baki.

 

- Eg eri lítið við hús. Umframt at vera aktivur í felagsarbeiði, dámar mær eisini væl at gera eitt ”rend” onkustaðni av og á, kanska til ein drekkamunn á kafé ella eitt ”rend” á matstovu. Hetta er kanska eisini ein orsøkin til, at er eri ”ungkarl”, sum Anfinn Gærdum sjálvur hevur tikið til.