Anfinn er føddur og uppvaksin á Strondum. Hann er elstur av teimum seks børnunum hjá Paulu, f. Bertholdsen, og Anker Gærdum.
Við tað at eingin framhaldsdeild var á Strondum var farið yvirum fjørðin at taka realprógv.
Pápin var skipari, og var Anker til skips við honum, til hann sum 26 ára gamal fór á sjómansskúla at lesa til skipsførara. Hann gjørdi ikki nógv burtur úr próvnum, tí longu tvey ár eftir fór hann á læraraskúla. Fekk prógvið í 1986 og hevur síðan starvast sum lærari við Stranda Skúla.
Í 1989 var hann við til at stovna eitt ungmannafelag, sum fekk navnið Strálan. Hann hevur frá fyrsta degi verið formaður í felagnum. Í 1991 kom seksmannafarið Strálan og fyri tveimum mánaðum síðan kom nýggjur bátur - eitt nýtt seksmannafar. Anfinn búkar nógv av frítíð síni til ungdómsarbeiði.
Føðingardagurin verður hildin í Bygdarhúsinum á Strondum leygarkvøldið 20. desember.