Anfinn fyrsti løgmaður við super-pensjón

Anfinn Kallsberg er tann fyrsti løgmaðurin, sum fer frá við super-pensjón. Hann fær 34.345 krónur í pensjón um mánaðin, nú hann hevur lagt frá sær sum politikari. Eftir at fullveldissamgongan varð skipað í 1998, samtykti løgtingið mundandi broytingar í lønar- og eftirlønarviðurskiftum hjá politikarum. Eitt nú var løgtingslønin hækkað munandi, samstundis sum pensjónirnar hjá teimum, sum tá sótu á tingi, vórðu munandi bøttar.

Fyri at vinna tær fulla eftirløn sum landsstýrismaður, so krevst bara, at tú hevur sitið átta ár í landsstýrinum. Fyri at vinna fulla eftirløn sum løgmaður, so krevst bara, at tú hevur verið løgmaður. Ein dagur er nóg mikið, bara tú samanlagt sum løgmaður og landsstýrismaður hevur sitið í átta ár. So fært tú 60% av løgmanslønini.

Anfinn Kallsberg kann tí sum tann fyrsti løgmaðurin fara frá við fullari pensjón, hóast hann ikki er 67 ár. Tí um aldurin pluss tvær ferðir starvsaldurin er meira enn 95, so hevur tú sum løgtingsmaður, landsstýrismaður ella løgmaður rætt til fulla pensjón sum 60 ára gamal. Anfinn Kallsberg kann tí sum 63 ára gamal leggja frá sær og fáa slakar 35.000 krónur í pensjón. Men hann hevur eisini verið fólkatingsmaður í fýra ár, og frá tí starvinum hevur hann eisini rætt til eftirløn sum 60 ára gamal. Tá hann fyllir 67 fær hann bæði samhaldsfasta og fólkapensjón, so hann hevur einki at óttast í so máta - hann hevur í minsta lagi fýra almennar pensjónar at hella seg á - og hevur hann onkra privata, so kemur hon afturat.

Tann 19. apríl fyllir Jóannes Eidesgaard 60 ár. Tá fær hann somu rættindi sum Anfinn Kallsberg pensjónini viðvíkjandi.

Tað er ikki gott at vita, hví politikarar skulu hava so nógv betri eftirlønartreytir, enn fólk annars hava. Men ein veruleiki er, at tað er løgtingið, sum fult og heilt ger av, hvussu góðar lønar- og eftirlønartreytir politikarar skulu hava. Kanska tað er forkláringin...?