Anfinn fyrireikar seg til brakið

- Eg gleði meg ótrúliga nógv til at sleppa á pallin aftur, sigur Anfinn Nielsen, sum lovar eitt brak av einari konsert á Summar Festivalinum Tað verður ikki spart upp á krútið, tá Anfinn & Co fara á pallin á Summar Festivalinum. Hittmakarin Anfinn Nielsen, sum í fjør gav nýggja fløgu út, er til reiðar at undirhalda fólki við teimum bestu sangunum, hann hevur skrivað og givið út síðani miðskeiðis í 80´unum.

 

Sangirnir eru lættir, skemtiligir, speiskir og onkuntíð eymir, og talan eru fleiri veruligar landaplágur - Cirkus Tinganes, Í skúrið, Útsalg, Ferðaseðil til Nólsoyar og Gubbi og eg.

 

Anfinn Nielsen hevur nú um dagarnar vant saman við nýggja bólki sínum. Venjingarnar geva ábendingar um, at tað verður ein sera lívlig framførsla við kendum sangum og framúr góðum tónleikarum á pallinum.

 

- Vit hava latið gomlu løgini í ein meira rockkendan ham. Vit hava tveir sera dugnaligar gittarspælarar við hesaferð, og teir hava fingið nærum frítt spæl, sigur Anfinn Nielsen.

 

Og gittarfresararnir, sum Anfinn sipar til eru Petur Hans Niclasen, sum spældi við Aria á sinni, og Mikkjal Hvannastein, sum eitt nú hevur spælt við I Am.

 

Harkaliðið hjá Anfinni Nielsen er mannað soleiðis: Magni Husgaard (ljómborð), Mikkjal Hvannastein (gittar), Petur Hans Niclasen (gittar), Jens Pauli Joesnen (trummur), Fróði Baldvinsson (bass) og Karl Martin Samuelsen (sang og kór).