Anfinn borðreiðir við »Rótasúpan«

Anfinn Nielsen ? Anfinn & Co ? gevur nú út nýggja fløgu við sangum, sum hann seinasta árið hevur gingið og putlað við Tíggju spildurnýggj løg til teir tíggju tekstirnar, sum Anfinn Nielsen seinasta árið hevur gingið og putlast við. Tvey av løgunum eigur Anfinn eisini sjálvur, men tey flestu hevur »bygdarmaðurin« hjá honum, Kim Hansen, gjørt.

Áhugavert við hesari fløguni er, at á fleiri løgum er violin fylgispæl, eins og nøkur eisini hava trompet og onnur ljóðføris fylgispæl, og tað setur sín serliga dám á løgini.

Fløgan er í stóran mun lokal, tí ikki bert hevur Kim Hansen gjørt flestu løgini, hann spælir eisini við á øllum løgunum. Og hartil er fløgan tikin upp í Studio Oyravox, har ein annar »nólsoyingur«, Terji Rasmussen, hevur sitið við upptøkupultin. Umframt hetta syngja tvær lokalar gentur kór á tí eina lagnum, Stikk Hann í Kavan.

»Ferðaseðil til Nólsoyar« eitur fyrsta lagið á fløguni, og tað vísir, at Anfinn við familju veruliga er fallin til. Hann skírir nevniliga Nólsoy fyri paradís.

Onkrir tekstir eru eitt sindur avbjóðandi, sum til dømis í tittullagnum »Rótasúpan«, meðan aðrir eru eitt sindur (óskyldiga) speirekandi, sum í sanginum »Ein Glavir Havnamavir). Og so kann hann ikki lata verða við at prika eitt sindur til politikararnar og fiskiloyvini í sanginum »Kong Gularót«.

Anfinn Nielsen fer at signera fløguna á Barock klokkan fimm í dag.