Fótbóltur
Mitt í seinna hálvleiki hevði Liverpool tveir stórar møguleikar at økja um leiðsluna, men báðu ferðirnar brendu teir. Frammanfyri sat ein garvaður Liverpool viðhaldsmaður, sum tók seg til høvdið og ýldi: “This is so typical!”
Liverpool hevur hetta kappingarárið fleiri ferðir mist á stokkinum. Seinast var leygardagin, tá Stoke javnaði í evstu løtu. Teir flestu áskoarnir á søguliga partinum av Anfield, sum eitur The Kop, royndu at stuðla liðnum, men fleiri brúktu eisini tíðina uppá at bíta negl og halda fyri høvdið.
Á The Kop vóru áskoðarnir eisini í øðini inn á dómarin, tá hann kom fram til at tað skuldu spælast fimm minuttir av eykatíð. Ikki tí tað var so órættvíst, men heldur tí at teir vildu hava hann at bríksla fyri seinastu ferð.
Heldur ikki tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Liverpool, vildu áskoðarnir taka nakað fyri givið. Stríðsmaðurin úr Hollandi, Dirk Kuyt var tryggur úr 11.metrum, men pínan bleiv enn eina ferð útsett, tí brotssparkið skuldi takast umaftur. Ikki fyrr enn tað brotssparkið endandi í málinum, vóru áskoðarnir vísir í at sigurin var heima.
Stuðla Benitez
Fleiri miðlar vildu verða við, at um Liverpool tapti fyri Tottenham, so høvdu teir ongan møguleika at røkka 4. plássinum, sum gevur atgongd til Champions league.
Tað var eisini frammi at hetta kundi verða seinasti dysturin hjá Rafael Bentiez sum venjara hjá Liverpool, um teir taptu. Fyri Tottenham var hetta ein møguleiki at sláa fast, at teir ætla sær Champions League fótbólt komandi ár.
Liverpool, sum var uttan millum annað Steven Gerrard og Fernando Torres, stillaði upp við Dirk Kuyt einsamallum á toppinum. Tá tað gjørdist greitt fyri prátingarsama Liverpool-viðhaldsmanninum, ið sat frammanfyri segði hann stutt og greitt: “Kuyt is shit.”
Viðhaldsmaðurin helt lítið um, at hollendingurin leygardagin brendi ein stóran møguleika móti Stoke, tá Liverpool spældi javnleik.
Dysturin var bara seks minuttir gamal, tá Dirk Kuyt rættaði uppá feilin frá leygardegnum. Stutt uttanfyri brotssteigin smekkaði hann til og bólturin fór í málið frammanfyri The Kop.
Gjøgnum allan dystin sungu áskoðarnir eyðkennislagið hjá Rafael Benitez, sum ein stuðul til spanska venjarin hjá Liverpool. Tað eru nógvar meiningar um Benitez, og nógv halda ikki at hann er rætti maðurin fyri Liverpool. Men leygardagin var ongin ivi, vanligi scousarin stuðlar honm framvegis.
Venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp, fekk hinvegin at vita, at hann skal fáa skil uppá síni skattaviðurskifti. Fyrr í vikundi var hann til avhoyringar í einum málið um skattasvik - slíkt fer sjáldan stillisliga framvið teimum ensku áskoðarunum.
The shit
Eftir dystin segði sami Liverpool viðhaldsmaðurin við einum brosið: “I told you, Kuyt is THE shit,” sum gevur eina heilt aðra mynd enn tað, ið hann segði undan dystinum.
Eftir dystin vóru flestu Liverpool áskoðarnir á einum málið um, at viljin er komin aftur á liðið. Við Jamie Carragher á odda, er liðið fari at stríðast meir.
Harry Redknapp segði eftir dystin, at Liverpool vunnu fult uppiborið, men var ikki heilt nøgdur við dømingina viðvíkjandi einum kolldømdum málið hjá Jermain Defoe. Rafael Benitez var eftir dystin fegin um at Liverpool nú nærkast 4. plássinum, sum er málið hjá Liverpool fyri hetta kappingarárið.